Vit hava seinastu tíðina fyrireikað ein túr til Kenya.
Vit fara avstað í 1 mánaða við allari familjuni. Og í tí sambandi fóru vit at leita eftir hesum blogginum, tí vit hildu, at hann kundi vera eitt gott amboð hjá okkum í Kenya, serliga tí vit ikki endiliga ynskja at vera tøk á sosialu miðlunum allatíðina.
Vit koma at skriva akkurát sum orka, teldusamband og hugurin er til tað, men vit hopa, at tað kann vera ein máti hjá vinum og familju at fylgja við á túrinum.